#1: Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, PhD, verkætlanarleiðari fyri FarGen
Vísindaknokkar · Vísindaknokkar
Beskrivelse
Í fyrsta tátti av Vísindaknokkum snýr prátið seg um arvaíløgur og FarGen verkætlanina. Vit hoyra um FarGen verkætlanina, hvussu dáturnar verða innsavnaðar - og tryggjaðar, og hvat endamálið við verkætlanini er. Gesturin í hesum táttinum er Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, sum hevur eina PhD í mílalívfrøði (molekylærbiologi) og til dagligt starvast sum verkætlanarleiðari á FarGen og harumframt er limur í etiska ráðnum. Í táttinum verður ein grein nevnd, har SNP (Single nucleotide polymorphism) frá føroyingum verður samanlíknað við finnar og ikki-finskar europearar. Greinin er at finna her: FarGen: Elucidating the distribution of coding variants in the isolated population of the Faroe Islands - PubMed (nih.gov) (PMID: 36404349) Allur tónleikurin sum er at hoyra í Vísindaknokkum, er frá Flawed Mangoes.