Spring til indhold
Mín Rødd Er Týdningarmikil. - Hoyr meg, so sært tú meg - Lívði við ADHD

Mín Rødd Er Týdningarmikil.

Hoyr meg, so sært tú meg - Lívði við ADHD · Steffan Viljar Elias Balog og Inga Toftegaard

8. september 2024 10m
0:00 10m

Beskrivelse

Hesin parturin er um hvussu Inga hevur funnið røddina aftur, eftir at hava veri á einum talaraskeiði sum Røst og Den Rejsende Forfatter skole høvdu á Miðnám á Kambsdali í 2023. Tað sum Inga vil við at lesa taluna hjá sær upp, er at motivera onnur fólk sum sita inni við tingum sum hava brúk fyri at vera talaði út, um at tora at siga tað við onkran. Eisini at onnur børn sum er blivin svikin av systeminum, tora at siga frá við onkran sum kann hjálpa. Talan eitur “Mín Rødd Er Týdningarmikil” tí tað er tað hon lærdi á hesum talaraskeiðinum, og ynskjir at tað er nakað sum øll koma at læra, at teirra rødd er týdningarmikil, og at tey eru týdningarmikil og eru ikki einað í heiminum. Tað hevði verið gott, um tit skrivaði tykkara meining um hesa innslagið og hvat tit halda um alt podcastið. tykkara orð og meining, alt er kærkomið. Og um tit hava nækrar spurningar til okkara. Ella um vilja koma við at tosa um tykkara og seta orð á tykkara søgðu, so eru tit vælkomin til tað. Email: [email protected]

Andre episoder fra Hoyr meg, so sært tú meg - Lívði við ADHD Se alle episoder →