Spring til indhold
84. Tá n-orðið skal selja bøkur - Frímælt

84. Tá n-orðið skal selja bøkur

Frímælt · Frihedsbrevet Føroyar

11. april 2025 14m
0:00 14m

Beskrivelse

Rani Nolsøe hevur givið út bók, har n-orðið er partur av heitinum. Hetta hevur fingið fleiri at geva ilt av sær og harmast. Tað tosa vit um, umframt at vit tosa við Rana Nolsøe sjálvan. Vit tosa eisini um nýggja filmin hjá Sakarisi Stórá, Seinasta paradís á jørð, sum hevur fostrað eina nýggja stjørnu í Bjørg Brynhildardóttir Egholm. Støðan í Framsókn verður eisini vend, nú Sólvit Nolsøe hevur takkað fyri seg í flokkinum, umframt at røðin White Lotus eisini verður viðgjørd, nú seinasti partur í røðini er komin út. Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Jan Vestergaard, sjómaður, og Jan Lamhauge, journalistur. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy information.

Andre episoder fra Frímælt Se alle episoder →