Spring til indhold
59. Heðin Roy ella Logan Mortensen - Frímælt

59. Heðin Roy ella Logan Mortensen

Frímælt · Frihedsbrevet Føroyar

11. oktober 2024 1t 13m
0:00 1t 13m

Beskrivelse

Samanberingin millum Logan Roy í Succession og Heðin Mortensen í Tórshavnar kommunu verður bara sterkari og sterkari, fyri hvønn dag, vit nærkast kommunuvalinum. 36 síður tykjast at hava vent málinum um Ingilín Strøm á høvdið, tí nú er tað knappliga ikki alt, ið bendir á, landsstýriskvinnan má leggja frá sær, verður koyrd frá ella misálit verður reist. Tað vóru annars einastu møguleikarnir - inn til rúgvusmikla hoyringsskrivið varð handað í vikuni. Vit fara eisini ein túr í Tórshøll við Mikkel Bjergsø í Mikkeller, vit fara ein túr á Skrapt og ein túr til Íslands, har eitt spælistað fyri og annað eftir letur aftur, tí gistingarhús og hotell skulu byggjast. Gestir í Frímælt eru Sunneva Háberg Eysturstein, vínnulívsfólk og fyriskipari, Leivur Frederiksen, skúlastjóri og miðlamaður, og Jan Lamhauge, journalistur. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy information.

Andre episoder fra Frímælt Se alle episoder →