Spring til indhold
124. Ilt í afturpartin av milliónunum í Oslo - Frímælt

124. Ilt í afturpartin av milliónunum í Oslo

Frímælt · Frihedsbrevet Føroyar

30. januar 2026 5m
0:00 5m

Beskrivelse

Tey eru fleiri, sum hava fingið ilt av, at Kringvarp Føroya og Føroya Banki hava kunngjørt, hvussu nógvar pengar føroyingar brúktu í Oslo. Men hví tað - og er tað eitt problem? Røðin Gev mær tínar pengar í Frihedsbrevet nærkast endanum. Til dagsins part av Frímælt hevur Rólant funnið fram eina upptøku, sum verður at hoyra í sætta og seinasta partinum av Frímælt, sum er við føroyska falsaran. Kaj Leo Holm Johannesen umhugsar at stilla upp aftur í politikki, Sámal Hansen er í uppskoti til eina virðisløn og Fernando Troleis hevur mist móti og flytir av landinum.  Hetta og annað mangt er tað, ið fyllir Frímælt hesa ferð. Gestir eru Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri, Mikael Blak, tónleikari, og Róar Mørkøre Hansen, lesandi. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy information.

Andre episoder fra Frímælt Se alle episoder →